Kunning um nýtslu av farsporum

Kunning um nýtslu av farsporum

Vit nýta farspor á heimasíðuni www.hogra.fo fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt. Einstøk farspor innheinta persónsupplýsingar (upplýsingar um nýttu tóleindina, IP-adressu osfr.). 

 

Við hesi kunning vilja vit geva okkara vitjandi eitt greitt yvirlit yvir møguligu viðgerðina av personsupplýsingum, sum fer fram umvegis heimasíðuna, umframt hvørjar møguleikar tú hevur fyri at nokta hesi viðgerð.

 

Viðgerð av persónsupplýsingum umvegis farspor

Okkara nýtsla av farsporum kann viðføra viðgerð av persónsupplýsingum, og tískil viðmæla vit at tú eisini lesur okkara Dátuverndarkunning, sum lýsir okkara viðgerð av persónsupplýsingum sum heild, og ikki bara umvegis heimasíðuna, og eisini greiðir frá um tey rættindi, sum Dátuverndarlógin veitur tær.

 

Samtykki

Við at brúka okkara heimasíðu og trýsta ”Eg góðtaki” á okkara fráboðan um farspor á heimasíðuni, gevur tú samtykki til at Høgra kann nýta farspor, sum lýst niðanfyri. Tú kanst afturkalla ella broyta títt samtykki við at broyta stillingarnar í yvirlitinum, eins og tú kanst blokera farspor í tínum kaga.

 

Hvat eru farspor?

Farspor eru smáar tekstfílur, sum verða goymdar av tínum kaga (browsara) á tínari teldu, snildfon ella tilsvarandi við tí endamáli, at kenna aftur, minnast stillingar, gera hagfrøði, og málrætta lýsingar. Farspor merkir í hesi kunning og í samtykkinum eisini aðrar hættir fyri sjálvvirknari dátuinnsavnan, sum t.d. Flash-cookies (Local Shared Objects), Web Storage (HTML5), Javascripts ella farspor, ið verða sett við nýtslu av øðrum ritbúnaði. ”Farspor” fevnir eisini um upplýsingar um MAC-adressu og aðrar upplýsingar um tína tóleind.

 

Farspor kunnu verða nýtt av Høgra og av triðapørtum (sí yvirlitið).

 

Grundleggjandi eru tvey sløg av farsporum: fyribils og verandi. Fyribils farspor er knýtt at tí aktuellu vitjanini og verða strikaðar sjálvvirkandi tá ið tú sløkkir kagan. Verandi farspor verða ikki strikað tí tey hava serliga funktión t.d. farspor, sum goyma frávalstillingar. Tú kanst sletta allar ávísar ella allar cookies, sum tín kagi hevur goymt umvegis stillingarnar á kaganum.

 

Hvørjar upplýsingar savna vit?

Tá tú ferðast á okkara síðu, savna vit upplýsingar um tína tóleind (teldu/teldil/snildfon). Hesar upplýsingar fevna um:

 

  1. Hvørji farspor verða goymd
  2. Slag av tóleind
  3. Slag av kaga (browser)
  4. Tíðarsonu
  5. IP-adressu
  6. Hvørjar síður, tú vitjar
  7. Hvussu tú fanst fram til okkara síðu

 

Tøknin, vit nýta til innsavnan, er cookies sum eru dátufílur, sum verða goymdar á tíni tóleind. 

 

Tú kanst síggja hvørji farspor, ið verða nýtt her.

 

Hvussu sleppur tú undan og strikar tú farspor?

Um tú ikki vilt hava, at heimasíða okkara leggur farspor á tína tóleind, kanst tú altíð afturkalla ella broyta títt samtykki við at broyta stillingarnar í yvirlitinum, eins og tú kanst forða fyri farsporum í tínum kaga. Hvussu tú forðar fyri farsporum valdast hvønn kaga tú nýtir. Um tú nýtir fleiri ymiskar kagar, er neyðugt at gera broytingar í øllum kagum. 

 

Um tú afturkallar samtykki, strikar ella forðar fyri farsporum, kann tað henda, at heimasíðan ikki virkar 100% optimalt, og at tú ikki fært atgongd til ávíst innihald.