Dátuverndarkunning
Endamálið við hesari kunning er at lýsa hvussu vit savna, nýta og goyma tínar persónupplýsingar, umframt hvussu vit verja hesar upplýsingar, og hvussu tú kanst fremja tíni lógarásettu rættindi. Vit taka øll fyrivarni fyri at verja tínar persónupplýsingar sambært galdandi lóggávu.
1. Dátuábyrgdari
Sp/f Høgra er dátuábyrgdari. Allir spurningar og viðurskifti viðvíkjandi persónupplýsingum og dátutrygd ella møgulig trygdarbrot skulu stílast til:
Sp/f Høgra
Frúutrøð 14, FO 100 Tórshavn
Teldupostur: hogni@hogra.fo
Tlf: +298 22 33 66
Um tú hevur spurningar um okkara viðgerð av persónupplýsingum, er tú altið vælkomin at seta teg í samband við okkum.
2. Innsavning av persónupplýsingum
Persónupplýsingar eru øll sløg av upplýsingum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis kunnu eyðmerkja ein fysiskan (livandi) persón, t.d. navn, bústaður, teldupostur og telefonnummar. Tað kann eisini vera ymisk sløg av elektroniskum dátum sum IP-adressa og MAC-adressa, um hesi kunnu knýtast til ein fysiskan persón.
Vit savna persónupplýsingar á ymsan hátt, men aloftast er tað beinleiðis frá tær.
- Upplýsingar, sum verða savnaðar við beinleiðis samband
Um tú setur teg í samband við okkum umvegis okkara kundatænastu, teldupost, telefon ella á annan hátt, so savna vit persónupplýsingar um teg, soleiðis at vit kunnu svara tínum fyrispurningi. Tað kann vera navn, teldupost og/ella telefonnummar.
Vit kunnu eisini skráseta aðrar upplýsingar, sum tú velur at geva okkum.
- Upplýsingar, sum verða savnaðar í samband við starvssetan
Um tú søkir starv hjá okkum, so viðgera vit tær upplýsingar, sum tú letur okkum í umsóknini og øðrum viðkomandi skjølum. Upplýsingarnar verða bert nýttar innanhýsis í Høgra.
- Upplýsingar, sum verða savnaðar í samband við hald av okkara tíðindabrævið
Um tú teknar teg til tíðindabrævið hjá okkum, savna vit títt navn og tín teldupost, so at vit kunnu senda tær tíðindabrævið. Okkara tíðindabræv inniheldur góð tilboð og aðar upplýsingar, sum kunnu vera viðkomandi fyri teg.
- Upplýsingar, sum verða savnaðar í samband við vitjan á okkara heimasíðu
Hogra.fo nýtir farspor. Farspor eru smáar tekstfílur, sum verða goymdar av tínum kaga (browsara) á tínari teldu, snildfon ella tilsvarandi við tí endamáli, at kenna aftur, minnast stillingar, gera hagfrøði, og málrætta lýsingar. Farspor merkir í hesi kunning og í samtykkinum eisini aðrar hættir fyri sjálvvirknari dátuinnsavnan, sum t.d. Flash-cookies (Local Shared Objects), Web Storage (HTML5), Javascripts ella farspor, ið verða sett við nýtslu av øðrum ritbúnaði. ”Farspor” fevnir eisini um upplýsingar um MAC-adressu og aðrar upplýsingar um tína tóleind. Tú kanst lesa meiri um okkara nýtslu av farsporum í okkara Kuning um farspor.
3. Viðgerðarheimild
Øll okkara viðgerð av persónupplýsingum fer fram sambært galdandi lógarreglum, og er henda viðgerð grundað á fylgjandi heimildargrundarlag sambært § 8 í dátuverndarlógini:
- Vit hava fingið samtykki til viðgerðina
- Viðgerðin er neyðug fyri at halda eina avtalu við teg
- Viðgerðin er neyðug fyri at vit kunnu halda eina rættarliga skyldu, sum áliggur okkum
- Viðgerð er neyðug fyri, at vit kunnu fylgja einum heimilaðum áhugamáli
4. Hvussu leingi goyma vit tínar persónupplýsingar?
Vit goyma tínar upplýsingar, so leingi sum tað er neyðugt í mun til endamálið tíni dátu eru skrásett og verða brúkt til. Vit goyma altíð tínar upplýsingar so leingi vit veita tær eina tænastu ella eina vøru.
Tá tíni viðskiftaviðurskifti enda, goyma vit vanliga tínar upplýsingar í 5 ár eftir hetta. Hetta er serliga í samband við at uppfylla okkara skyldur í mun til roknskaparlóggávuna.
5. Víðarilatan av persónupplýsingum
Vit deila í ávísum førum tínar persónupplýsingar við triðjapartar. Hetta kann vera við almennar myndugleikar, tá hetta er álagt okkum í galdandi lóggávu, ella við uttanhýsis samstarvspartar, um vit hava títt samtykki, ella vit hava ein lógarásettan rætt til tað.
Samstarvspartar og KT-veitarar
Vit nýta eina røð av KT-tænastum og -skipanum. Í fleiri av hesum skipanum viðgera vit persónupplýsingar. Summar av hesum skipanum verða hýstar lokalt, ímeðan aðrar verða hýstar hjá veitaranum ella í cloud-loysnum. Vit tryggja okkum, at tíni rættindi eru vard, og at trygdarstøðið verður varðveit í samband við slíkar dátuflytingar.
6. Tíni rættindi
Tú hevur sambært Dátuverndarlógini eina røð av rættindum í mun til okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum:
- Rætt til at afturkalla eitt samtykki – gev gætur, at um tú afturkallar eitt samtykki, eru vit møguliga ikki før fyri at veita tær eina ávísa tænastu
- Rætt til innlit í hvørjar upplýsingar vit hava um teg,
- Rætt til rætting av rangum upplýsingum,
- Rætt til striking í serligum førum,
- Rætt til at avmarka viðgerð í serligum førum,
- Rætt til dátuflutning, tvs. tú kanst krevja at vit flyta tær upplýsingar, sum tú hevur latið okkum, til annan dátuábyrgdara,
7. Samband og kærumøguleikar
Tú ert altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar um tíni rættindi, og hvussu vit skráseta og brúka tínar persónupplýsingar. Tú kanst seta teg í samband við okkum soleiðis:
Teldupostur: hogni@hogra.fo
Sp/f Høgra
Frúutrøð 14, FO 100 Tórshavn
Tú hevur altíð møguleika at klaga til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/-ur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú finnur kontaktupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á www.dat.fo.